Snørið

Tín egni bátur á føroyska sjónum.Your own boat on the Faroese sea.

Rógv út, set snørið og kenn, tá ið fiskurin bítur.Row out, drop the line and feel the fish bite.

Á telefon ella teldu, beint á netinum.On a phone or a computer, straight from the web. Royn fyrst, fyri at vita um tað riggar á tínum tóliTry it first, to know whether it runs on your device

Róðrarbátur úti fyri Hvannasundi.

Úti á sjónumOut at sea

RógvRow

Tú byrjar á havnini í einum føroyskum róðrarbáti. Báturin fylgir alduni, og vindurin rekur hann.You start at the harbour in a Faroese rowing boat. She rides the swell, and the wind pushes her.

Ein toskur kemur inn í bátin.

FiskaFish

Set snørið á miðunum. Dýpið avger, hvat bítur: upsi á grunnum, hýsa og toskur djúpari, longa og brosma niðri á djúpinum. Við ekkoloddi sært tú, hvussu djúpt tað er.Drop your line on the mið, the fishing marks. The depth decides what bites: upsi (coalfish) in the shallows, hýsa and toskur (haddock and cod) deeper, longa and brosma (ling and tusk) down in the deep. An echo sounder shows you how deep it is.

Tú selur fongin á havnini.

Sel og keypSell and buy

Sel fongin á havnini. Fyri peningin keypir tú betri snøri, ekkolodd, kortplottara, størri last, snellur og byrsu — og næsta bátin.Sell your catch at the harbour. The money buys a better line, an echo sounder, a chart plotter, a bigger hold, snellur and a shotgun — and the next boat.

Deksbáturin setir línuna.Báturin rekur yvir miðið, meðan snellurnar arbeiða.

Snøri, snellur og línaHand-line, snellur and longline

Í róðrarbátinum fiskar tú við snøri: tú setur tað, kippar og kennir, tá ið fiskurin bítur. Størri bátar hava snellur á borðinum, sum arbeiða, meðan tú rekur yvir miðið. Á deksbátinum egnar tú stampar á landi, setir línuna eftir botninum og dregur hana aftur seinni.In the rowing boat you fish with a hand-line: you drop it, jig it and feel the fish bite. The bigger boats carry snellur, electric jigging reels, on the rail, and they work while you drift over the mark. On the deksbátur you bait the tubs ashore, set the longline along the bottom and haul it in later.

Reyðu neystini í Hvannasundi, sædd av sjónum.

Veruligar havnirReal harbours

Landið, sundini og havbotnurin eru gjørd eftir veruligum kortum av Føroyum. Havnirnar verða bygdar eftir teimum veruligu, bryggja fyri bryggju: Hvannasund, Tórshavn, Klaksvík, Fuglafjørður, Runavík og fleiri. Tú kennir tær aftur.The land, the sounds and the seabed are made from real map data of the Faroes. The harbours are built after the real ones, quay by quay: Hvannasund, Tórshavn, Klaksvík, Fuglafjørður, Runavík and more. You will know them.

Snellubáturin í ódn úti á havi, regn og brot.

Veðrið júst núThe weather right now

Vindurin, aldan, mjørkin og regnið eru tey somu sum úti í Føroyum. Ljósið eisini: um náttina tendrast ljósini í húsunum og á vegunum.The wind, the swell, the fog and the rain are the same as out in the Faroes. So is the light: at night the lights come on in the houses and along the roads.

Lomvigar flúgva lágt yvir sjónum.

FuglaveiðaBird hunting

Keyp tær eina byrsu og skjót lomvigar og skarvar av bátinum, uttan fyri bygdirnar. Fuglarnir verða seldir á havnini saman við fiskinum.Buy a shotgun and shoot lomvigi (guillemots) and skarvar (shags) from the boat, away from the villages. The birds sell at the harbour along with the fish.

BátarnirThe boats

Tú byrjar í einum føroyskum róðrarbáti. Við peninginum fyri fongin keypir tú størri og betri bátar: teir taka meiri fisk, sigla skjótari og koma longri út á havið. Og fleiri bátar koma aftrat.You start in a Faroese rowing boat. With the money from your catch you buy bigger and better boats: they carry more fish, go faster and reach further out to sea. And more boats are on the way.

Bátarnir í spælinum, frá róðrarbátinum til línubátin.

Rita innSign in

Hevur tú keypt spælið, ritar tú inn við teldupostinum, og framgongdin verður goymd á øllum tínum tólum.If you have bought the game, sign in with your email and your progress is kept on all your devices.

Einki loyniorð: vit senda tær ein teldupost at rita inn við.No password: we send you an email to sign in with.

PrísurinThe price

Tilboð áðrenn 1. desemberOffer before 1 December

fyri eitt heilt árfor a full year

Keypir tú áðrenn 1. desember 2026, kostar fyrsta árið 499 kr, og øll árini eftir fært tú 50% í avsláttri.Buy before 1 December 2026: the first year is 499 kr, and every year after that you get 50% off.

Spælið verður framvegis bygt, og tú fært alt, sum kemur aftrat.The game is still being built, and you get everything that is added.

Riggar spælið á tínum tóli?Does the game run on your device?

Áðrenn tú keypir, kanst tú royna spælið í Hvannasundi og síggja, um tað riggar á telefonini ella telduni. Royndin goymir einki.Before you buy, you can try the game in Hvannasund and see whether it runs on your phone or computer. The trial saves nothing.

Róðrarbátur úti fyri Hvannasundi eitt summarkvøld.

SpurningarQuestions

Hvussu keypi eg spælið?How do I buy the game?

Trýst á Keyp. Tú ritar inn við teldupostinum og rindar við korti. Keypið er knýtt at tínum telduposti, so tú hevur spælið á øllum tólum, har tú ritar inn.Press Buy. You sign in with your email and pay by card. The purchase is tied to your email, so you have the game on every device you sign in on.

Hvat hendir, tá ið árið er av?What happens when the year runs out?

Tá keypir tú eitt ár aftrat. Keypti tú áðrenn 1. desember 2026, fært tú 50% í avsláttri á øllum komandi árum.Then you buy another year. If you bought before 1 December 2026, you get 50% off every year to come.

Kann eg spæla á telefonini?Can I play on my phone?

Ja. Tú spælir Snørið beint á netinum, á telefon og teldu.Yes. You play Snørið straight from the web, on a phone or a computer.

Kann eg royna spælið, áðrenn eg keypi?Can I try the game before I buy?

Ja. Í Hvannasundi kanst tú royna, um spælið riggar á tínum tóli. Royndin goymir einki.Yes. In Hvannasund you can try whether the game runs on your device. The trial saves nothing.

Hvussu leingi varir tað?How long does it last?

Spælið hevur ongan enda. Tú fert út, fiskar, kemur inn og selur — og fert út aftur, tá ið tú vilt.There's no ending to reach. You go out, fish, come in and sell — and go out again when you like.

Er tað á føroyskum ella enskum?Is it in Faroese or English?

Bæði. Spælið er á føroyskum og enskum.Both. The game is in Faroese and English.

Eru aðrir spælarar á sjónum?Are there other players at sea?

Ja. Tey, sum hava keypt spælið, síggja hvørt annað á sjónum.Yes. Those who have bought the game see each other at sea.

Má eg rita inn fyri at spæla?Do I have to sign in to play?

Nei, ikki fyri at royna spælið. Tá ið tú keypir, ritar tú inn við teldupostinum, og síðani verður framgongdin goymd.No, not to try the game. When you buy, you sign in with your email, and from then on your progress is kept.

Hvør ger Snørið?Who makes Snørið?

Agenturin.fo stendur aftanfyri Snørið. Allar myndir og allir filmar á hesi síðuni eru úr spælinum sjálvum.Agenturin.fo is behind Snørið. Every picture and film on this page is from the game itself.